24.04.2019 · Fíggjarmálaráðið

Landsstýrið vil tryggja, at mismunur ikki kann gerast á fólki vegna aldur

Landsstýrið vil tryggja, at mismunur ikki kann gerast á fólki vegna aldur

Landsstýrið ynskir at taka av almenna fráfaringaraldurin, sum í dag er 70 ár. Endamálið er, at tryggja, at mismunur ikki kann gerast á fólki vegna aldur. Um Løgtingið tekur undir við hesum, vil tað framyvir verða soleiðis, at ongin fastur fráfaringaraldur er hjá landinum. Hetta vil tryggja, at ongi starvsfólk hjá landinum kunnu verða biðin um at fara úr starvi bert vegna aldur.

Landsstýrið hevur tí í skrivi heitt á Rættarnevndina um at fremja eina broyting í lógaruppskotinum um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Broytingin skal tryggja, at aldursmismunur ikki kann verða gjørdur á arbeiðsmarknaðinum, heldur ikki viðvíkjandi fráfaringaraldri.

Samstundis sum nýggja lógin fær gildi, fer Fíggjarmálaráðið at seta rundskrivið um fráfaringaraldur hjá landinum úr gildi.

Samanlagt fara hesar báðar broytingarnar at tryggja, at aldursmismunur ikki kann verða gjørdur á arbeiðsmarknaðinum, heldur ikki viðvíkjandi fráfaringaraldri.

Tinganes, 24. apríl 2019

Samferðslumálaráðið og Fíggjarmálaráðið