01.07.2020 · Fíggjarmálaráðið

Landsstýrismaðurin hevur góðkent semju

Landsstýrismaðurin hevur góðkent semju

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur viðgjørt semjuna av nýggjum og tikið avgerð um at góðkenna semjuna millum KAF og Starvsmannafelagið, sum varð gjørd tann 3. juni 2020.

Landsstýrismaðurin hevur nú boðað frá einum nýggjum 3 ára karmi, sum tekur hædd fyri fíggjarstøðuni í landinum. Hesin karmur er avtalaður við semju millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, sum varð gjørd í farnu viku.

Hetta verður nýggi karmurin, ið verður grundarlagið undir øllum komandi samráðingum. Tað er hetta, sum verður støðið, eftir at COVID-19 tók seg upp, og sum landsstýrismaðurin metir kann verjast í einum samfelagsbúskaparligum sjónarhorni.

Lønarhækkingin hjá lærarunum 1. árið liggur ájavnt við aðrar semjur fyri sama tíðarskeið hjá landinum. 2. og 3. árið liggur lønarhækkanin ájavnt við semjuna, sum er gjørd á privata arbeiðsmarknaðinum fyri tíðarskeiðið 1. mai 2020 til 1. mai 2022.

Landsstýrismaðurin metir, at støðið, sum varð lagt fyri 2. og 3. árið á privata arbeiðsmarknaðinum, eisini eigur at vera støðið hjá landinum. Landið eigur ikki at vera lønarførandi á arbeiðsmarknaðinum, serliga ikki tá fíggjarstøðan er so óviss í privatu vinnuni.  Helst eigur lønarvøksturin millum almenna og privata geiran at liggja ájavnt.

Nú KAF og Starvsmannafelagið ikki hava tikið hædd fyri nýggju samráðingarstøðuni og hava gjørt ein tvey ára sáttmála, verður neyðugt hjá KAF at taka atlit til nýggja karmin á almenna arbeiðsmarknaðinum, tá ið samráðingar verða aftur. Hetta fyri at tryggja, at allir sáttmálar eru aftur á sama støði, tá ið 3 ár eru farin.

Les meira her.