Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valrætt á Vanganum – ella beinleiðis hjá kommununi
Ert tú lesandi uttanlands?
Val er útskrivað, og sum lesandi uttanlands hevur tú valrætt til Løgtingsvalið.
Fyri at koma á vallistan sum lesandi uttanlands, skalt tú lúka hesar treytir:
- Bústaðarkrav: tú hevur búð í Føroyum og hevur verið skrásett/ur í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans.
- Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meir enn 8 ár.
- Tú ert uttanlands í lestrarørindum
Soleiðis gert tú
Tú søkir um at sleppa á vallistan í tí kommunu, har tú seinast var skrásett/ur í landsfólkayvirlitinum. Fleiri kommunur hava sjálvgreiðslu á Vanganum, har tú kanst søkja um at fáa valrætt á Vanganum.
- Rita inn á Vangan
- Vel ta kommunu, tú búði í, áðrenn tú flutti uttanlands
- Søk um atkvøðurætt til Løgtingsval
Um tín kommuna ikki er á Vanganum, skalt tú venda tær til kommunuskrivstovuna um at fáa atkvøðurætt til Løgtingsvalið.
Freistin at søkja er 5. mars 2026
Gev gætur, at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um upptøku á vallistan. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.
Les meira um reglurnar í kunngerðini í leinkinum niðanfyri: