Í gjárkvøldið boðaðu fleiri fakfeløg frá einum samhugaverkfalli, uttan at halda avtaluna um fráboðanarfreist og fráboðanarform, sum feløgini hava við Fíggjarmálaráðið.
Sambært avtaluni skal arbeiðssteðgur, eisini eitt samhugaverkfall, lýsast við minst 48 tíma freist.
Fíggjarmálaráðið gjørdi feløgunum greitt beinanvegin, at fráboðanarfreistin var ov stutt og tí er samhugaverkfallið eitt óheimilað stríðsstig.
Fíggjarmálaráðið hevur tí í dag lagt málið fyri Fasta Gerðarrætt við málskravi um, at feløgini skulu viðurkenna, at tað fráboðaða samhugaverkfallið er óheimilað.