04.09.2016 · Fíggjarmálaráðið

Meira skal nú bjóðast út á Keypsportalinum

Meira skal nú bjóðast út á Keypsportalinum

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur gjørt dagføringar í keypsrundskrivinum hjá landinum, soleiðis at Keypsportalurin nú betur røkkur endamálinum, ið er at fáa sum mest fyri hvørja skattakrónu borgarans og at stimbra kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum.

Prísurin skal nú vekta meira

Nú er ásett í rundskrivinum, at prísurin skal vekta í minsta lagi 50%, tá ið tað almenna biður um tilboð ella bjóðar út vørur og tænastur á Keypsportalinum. Áður hevur ikki verið ásett í rundskrivinum, hvussu nógv prísurin skal vekta, men tað hevur altíð verið ætlanin, at prísurin skal vekta munandi fyri at røkka endamálinum við rundskrivinum.

Tað hava verið nakrar kærur um prísvektina, har prísurin t.d. hevur vektað heilt niður í 20%. Við so lágari prísvekt er lítið endamál við útbjóðing. Tí verður nú beinleiðis ásett í rundskrivin­um, at prísurin skal vekta í minsta lagi 50%, og eingi einstøk viðurskifti kunnu vekta minni enn 5%.

Meira skal bjóðast út

Áður var kravið, at landið skuldi biðja um tilboð frá í minsta lagi tveimum veitarum, tá ið virðið á keypinum lá í millum 50.000 og 800.000 kr. Var virðið omanfyri 800.000 kr. skuldi bjóðast út alment á Keypsportalinum.

Hetta er nú broytt soleiðis, at markið á 800.000 kr. er lækkað niður á 500.000 kr. Sostatt skulu øll keyp av vørum og tænastum hjá landinum omanfyri 500.000 kr. frameftir bjóðast út alment umvegis Keypsportalin. Hetta verður eisini galdandi fyri KT-veitingar omanfyri 500.000 kr.

 

Kommunur og almennar byggiverkætlanir bodnar við

Í dagførda rundskrivinum verða kommunur og almennar byggiverkætlanir nú bodnar at brúka Keypsportalin. Sostatt kann Keypsportalurin nú nýtast av munandi fleiri brúkarum.

“Stórur partur av virkseminum í landinum verður framt av tí almenna. Keypsportalurin er eitt gott amboð at bjóða út vørur og tænastur hjá tí almenna, so føroyskt vinnulív fær møguleika at bjóða seg fram til at veita hesar. Hetta stimbrar kappingina, vinnuna og tryggjar samstundis at tað almenna fær meira fyri hvørja krónu. Tí eru stig nú eisini tikin til, at fáa størri part av almennum innkeypi bjóðað út umvegis Keypsportalin”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.