12.03.2021 · Fíggjarmálaráðið

Næststørsta kommunan í landinum er nú partur av Talgildu Føroyum

Næststørsta kommunan í landinum er nú partur av Talgildu Føroyum

Seinnapartin í dag, grækarismessudag, skrivaðu Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, undir avtalu um Talgildu Føroyar. Við avtaluni er Klaksvík vorðin partur av Talgildu Føroyum. Hvannasunds kommuna hevur eisini gjørt avtalu av sama slag. 

Kommunurnar fáa atgongd til talgilda undirstøðukervið, og kunnu, saman við 16 øðrum kommunum, fara undir at menna talgildar tænastur til borgararnar á Vanganum. Klaksvíkar og Hvannasunds kommuna rinda samanlagt 2,78 mió. kr. fyri luttøkuna. 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fegnast um, at Klaksvíkar og Hvannasunds kommuna eru vorðnar partur av Talgildu Føroyum. Gott 5.300 fólk búgva í Klaksvíkar kommunu og umleið 400 í Hvannasundi. Nú eru umleið 45.000 føroyingar fevndir av kommunala samstarvinum við Talgildu Føroyar. Írestandi kommunurnar eru hugaðar í at luttaka í felags menningini av talgildum tænastum. Ein av stóru fyrimununum við felags menning er, at nógv kann endurnýtast – stovnar og kommunur fáa sostatt stóra nyttu úr samstarvinum. 

"Uttan mun til hvar tú býrt, skalt tú kunna fáa atgongd til talgildu tænasturnar, sum verða mentar. Við felags menning og loysnum fáa allir partar av samfelagnum ágóða av talgilda undirstøðukervinum. Talgildu Føroyar menna royskar tænastur á høgum støði, har trygd, skynsemi og atkoma fyri øll eru sett í miðdepilin." sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. 

Í oktober í fjør vórðu Samleikin og Vangin tikin í nýtslu. Áhugin fyri loysnunum er stórur. 14.000 føroyingar hava longu skrásett sær Samleikan og kunnu brúka tænasturnar hjá teimum sjey tænastuveitarunum, ið longu eru á Vanganum. Harumframt eru fleiri fyritøkur og stovnar áhugaði at nýta loysnirnar til egnar tænastur. Meira kann lesast, um hvussu tú fært tær Samleikan á heimasíðuni samleikin.fo