20.01.2017 · Fíggjarmálaráðið

Neyðugt at styrkja viðurskiftini við Suðurkorea

Neyðugt at styrkja viðurskiftini við Suðurkorea

Greiða málið er at styrkja munandi um okkara viðurskifti við Suðurkorea.

Tað var boðskapurin hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, tá ið hon í morgun var á fundi við Youngrok Choi, suðurkoreanska vararáðharran í skatta- og tollmálum.

Landsstýriskvinnan vísti millum annað, at málið hjá landsstýrinum er fáa ein fríhandilssáttmála í lag við Suðurkorea, sum er ein av størstu marknaðunum fyri fiskavørur. Føroyar hava rættiliga avmarkaðan útflutning til Suðurkorea. Fyrsta stigið er tí at lækka tollin á fiskavørum, so tað verður lættari hjá føroyskum útflytarum at selja sínar vørur til Suðurkorea.

Kristina Háfoss kunnaði eisini suðurkoreanska vararáðharran um føroyska búskapin, og at Føroyar nú eru sjálvstøðugur limur í Global Forum, har Suðurkorea eisini er limur.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er í dag vertur hjá suðurkoreanska vararáðharranum í skatta – og tollmálum. Tey skulu fyrrapartin hitta Vinnuhúsið, har Varðin Pelagic fer at hava eina framløgu.

Eftir tað vitja tey alifyritøkuna Bakkafrost.