30.06.2021 · Fíggjarmálaráðið

Norðurlond viðgera netverju

Norðurlond viðgera netverju

Á talgildum temafundi í Norðurlandaráðnum í dag viðgjørdu londini netverju. Landsstýrismaðurin heldur tað vera umráðandi, at fáa ein føroyskan myndugleika við ábyrgd av netverju.

Norðurlandaráðið hevur havt sín árliga temafund frá 28. juni til 30. juni. Á skránni fyri fundin í dag var netverja, og har luttóku norðurlendsku ráðharrarnar og umboð fyri baltisku londini við ábyrgd fyri netverju.

Á fundinum greiddi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, frá støðu Føroya á økinum. Hann greiddi frá, hvørji átøk almennu Føroyar hava gjørt innan KT-trygd og um samstarvið millum Føroya Tele, Gjaldstovuna og Føroya Politi. M.a. greiddi hann frá, at Føroya Tele í 2019 steðgaði hakkarum 34,5 mió. ferðir at logga seg á føroyskar teldupostskipanir, og at 8 álvarsom DDoS-álop vóru steðgað.

Jørgen Niclasen segði á fundinum, at umhugsað verður at seta í verk eina generella netverjulóg í Føroyum, soleiðis at samfelagstýðandi fyritøkur, stovnar og kommunar hava eina serliga trygga netverju.  

Eisini heldur Jørgen Niclasen tað vera umráðandi, at vit fáa ein føroyskan myndugleika við ábyrgd av netverju, og at hesin myndugleikin fer at samstarva við líknandi stovnar í okkara grannalondum.