26.08.2020 · Fíggjarmálaráðið

Nýggj bussleið frá Glasi til Vágar

Nýggj bussleið frá Glasi til Vágar

Í næstu viku byrjar nýggj bussleið millum Glasir og Vágar.

Avbjóðingar hava verið við busssambandinum hjá næmingum, sum ganga á Glasi og búgva í Vágum – serliga eftir skúlatíð. Nú hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, saman við Strandferðsluni tikið stig til eina nýggja bussleið millum Glasir og Vágar.

Farleiðin, sum eitur leið 350, byrjar mánadagin 31. august. Leiðin koyrir av Glasi eina ferð um dagin, og tað er gerandisdagar klokkan 15.30.

Landsstýrismaðurin fegnast um nýggju farleiðina.

Øll skulu hava møguleika fyri at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða útbúgving. Ein týðandi fortreyt er, at ferðasambandið millum heim og skúla er gott. Síðani Glasir lat upp, hevur busssambandið fyri næmingar í Vágum verið óhøgligt. Tey eru meira enn 11 tímar heimanifrá fyri ein skúladag sum er 7 tímar. Nýggja leiðin fer at gera tað munandi høgligari hjá næmingunum at sleppa til hús eftir loknan skúladag, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.