03.01.2023 · Fíggjarmálaráðið

Partabrøvini í P/F Tjaldur verða nú seld

Partabrøvini í P/F Tjaldur verða nú seld

Fíggjarmálaráðið hevur aftur sett gongd á søluna av partabrøvunum, sum landið eigur í P/F Tjaldur. Áhugaðir keyparar skulu lata boð inn í seinasta lagi 16. januar kl. 10.

Arbeiðið at selja partabrøvini byrjaði í 2022, men varð steðgað, tá ið løgtingsval varð útskrivað.

Landið eigur 2,8 prosent í felagnum.

Eftir freistina fer grannskoðaravirkið Januar, sum skipar søluna, at samskifta við keyparar, sum hava latið boð inn.

Eftir ætlan verður søla endaliga avgreidd fyrstu dagarnar í februar.