Rættarmálið um at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu. Úrskurðurin hjá Føroya Rætti um steðgandi virknað verður ikki royndur í Landsrættinum.
Rættarmálið um at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu. Úrskurðurin hjá Føroya Rætti um steðgandi virknað verður ikki royndur í Landsrættinum.
Í úrskurði tann 9. januar 2026 avgjørdi Føroya Rættur, at stevningin frá 5 kommunustýrislimum skuldi hava steðgandi virknað, og tí varð avgerðin hjá Løgmálaráðnum, nú Fíggjarmálaráðið, um umval í Runavíkar kommunu útsett.
Fíggjarmálaráðið ynskti at kæra úrskurðin til Eystara Landsrætt. Tað krevur loyvi frá Procesbevillingsnævnet.
Procesbevillingsnævnet hevur í avgerð, dagfest 25. mars 2026, noktað umsóknini frá Fíggjarmálaráðnum. Í slíkum úrskurðum verður ikki grundgivið fyri avgerðini.
§ 426, stk. 1 í rættargangslógini ásetur:
“Kendelser og andre beslutninger, der afsiges af Retten på Færøerne under hovedforhandlingen eller under dennes forberedelse, kan ikke kæres. Procesbevillingsnævnet kan dog meddele tilladelse til kære, hvis kendelsen eller beslutningen angår spørgsmål af væsentlig betydning for sagens forløb eller af afgørende betydning for parten og der i øvrigt er anledning til at lade afgørelsen prøve af Østre Landsret som 2. instans.”
Procesbevillingsnævnet metir ikki, at treytirnar í omanfyri nevndu áseting eru loknar í hesum førinum, og kann sostatt ikki ganga umsóknini frá Fíggjarmálaráðnum á møti.
Sjálvt rættarmálið millum teir fimm kommunustýrislimirnar og Fíggjarmálaráðið um avgerðina at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu í 2024 og skriva út umval heldur fram í Føroya Rætti.