06.11.2020 · Fíggjarmálaráðið

Røða: Fyrsta skotið í Dalstunlinum 5. nov. 2020

Røða: Fyrsta skotið í Dalstunlinum 5. nov. 2020
1 / 4

Góðu dalbingar. Góðu sandoyggjafólk.

Hetta er ein stórur dagur, nú tá ið fyrsta skotið í Dalstunlinum verður latið av.

Hetta er ein løta, sum eg veit, at nógv av tykkum hava bíðað leingi eftir. Kanska serliga í Dali, men eisini í allari Sandoynni gleða tit tykkum til at fáa betri samband við syðstu bygdina í oynni.

Tað eru mangir leikir í longum talvi, og soleiðis hevur tað eisini verið her.

Tað hevur sanniliga tikið sína tíð at koma her til, at sjálv tunnilsboringin byrjar. Tit í Sandoynni hava verið ómetaliga tolin, tí ikki tykkum at siga, er hetta ein farleið, sum avgjørt hevur sínar avbjóðingar.

Vegurin millum Dal og Húsavík ER óhøgligur - tað kunnu helst øll vera samd um.

Vegurin er góðar 5 kilometrar langur, lendið er bratt, og tað hendir seg tíverri meira enn so, at okkurt ríður oman á vegin. Tí er tað gott, at skjøtul nú verður settur á tunnilin, soleiðis at tit fáa eina tíðarhóskandi farleið.

Dalstunnilin fer at geva tykkum, sum regluliga ferðast eftir hesari leiðini, eina munandi betri og tryggari leið at fara til arbeiðis, í skúla og at vitja familju og vinir.

Tunnilin, sum vit seta hol á nú, verður 2.200 metrar langur og 8 metrar breiður. Aftrat tí er so tilhoyrandi vegakervi, sum skal knýtast upp í tunnilin.

Tað er ikki løtuverk at gera ein tunnil.

Skotið, sum verður latið av í dag, er eitt av mongum, sum skulu til fyri at fáa Dalstunnilin lidnan.

Mann plagar at siga, at tað skal eitt skot til at spreingja 5 metrar av tunli. Hetta merkir, at tað skulu 440 skot til fyri at spreingja teir 2.200 metrarnar, sum Dalstunnilin er til longdar. Tá Vilhelmina Larsen úr Dali um eina løtu skjýtur hetta fyrsta skotið fyri tunlinum, ja so er skjótt at rokna út, at 339 skot eru eftir.

Hetta kann kanska fáa onkran at leggja seg suffandi inn undir væðingina og geva upp, tí hetta verður ongantíð liðugt. Og tað er væl skilligt, at fólk eru ótolin eftir at fáa betri vegasamband og betri atgongd til grannabygdirnar. Gott vegasamband er jú grundarsteinurin undir einum vælvirkandi og tíðarhóskandi samfelag. Kann nevna, at Gásadalstunnilin var gjørdur eins og Dalstunnilin við einum tunnilstoymi og ávísari játtan á Fíggjarlógini. Tað tók eini 7 ár, men Gásadalstunnilin bleiv liðugur og tað blívur Dalstunnilin eisini.

Vit skulu eisini minnast til, at okkara land og okkara infrakervi er bygt út í stigum – og hetta hevur tikið nógv ár og hevur verið hart knoss. Tak eftir tak. Spaka eftir spaka. Skot eftir skot. Og lastbila-less eftir lastbila-less.

Vit hava bygt vegir millum bygdir, og vit hava borað tunlar millum bygdir. Vit hava bygt brýr og byrgingar millum oyggjar. Og seinastu árini hava vit eisini borað tunlar millum oyggjar.

Gjøgnum árini hevur tað eydnast okkum í Føroyum at fáa eitt rættiliga vælútbygt veganet, sum knýtir ein alsamt størri part av fólkinum saman. Ikki bara sum at siga tað, tá mann býr í einum oyggjalandi við nógvum fjøllum.

Við hegni, treiskni og toli eru vit komin á mál. Og tað gera vit eisini her millum Húsavík og Dal.

Her í Sandoynni fara stór framstig at henda í samferðsluni tey næstu árini.

Gongst sum ætlað letur Sandoyartunnilin upp í 2023. Við sínum næstan 11 kilometrum verður Sandoyartunnilin longsti tunnilin í Føroyum, og hann verður eitt risaframstig fyri Sandoynna og alt landið. Tá kunnu fólk ferðast til og úr oynni alt samdøgrið, og hetta gevur sera stórar møguleikar hjá Sandoynni at menna seg – bæði í fólkatali, vinnulívi og mentan.

Eisini hjá tykkum í Dali og Húsavík verður Sandoyartunnilin eitt stórt framstig.

Men tað steðgar ikki her. Hugsa vit longur fram, fer Sandoyggin at liggja ómetaliga væl fyri í føroysku samferðsluni.

Fyrireikingar verða nevniliga gjørdar til ein Suðuroyartunnil, sum skal avloysa Smyril. Og tá tann tunnilin kemur – kanska um gott 10 ár – verður Sandoyggin ein heilt natúrligur middepil fyri ferðsluna her í syðru helvt av Føroyum.

So meðan samferðslan her í Sandoynni – og kanska serliga her í syðsta partinum av oynni – í løtuni hevur sínar avbjóðingar og avmarkingar, so liggja stórir møguleikar fyri framman. Og tað er at gleðast um.

Vilhelmina Larsen fer um eina løtu at skjóta fyrsta skoti. Vilhelmina er kanska ein ímynd av sambindingini av eystanbyrgdunum í Sandoynni. Hon er fødd og uppvaksin í Skálavík og síðan gift til Dals, har tey fingu 5 børn. Eg rokni við at eingin sum kennir hana hevði roknað við at hon bleiv spreingimeistari, men tað blívur hon í dag.

Eg skal við hesum ynskja tunnilsliðnum, sum nú fer at bora Dalstunnilin, blíðan byr og góðan arbeiðshug.

Tit sum arbeiða inni í tunlunum og útbyggja okkara infrakervi eru ómetaliga týdningarmikil fyri okkara samfelag. Hetta er krevjandi starv, ikki minst tí hetta inniber drúgvar arbeiðsdagar inni í myrkrinum, meðan vit onnur – tey flestu av okkum í øllum førum - hava okkara gerandisdag í ljósi og frískari luft. So stóra takk fyri tykkara innsats.

Vit gleða okkum til at síggja úrslitið av arbeiðinum. Og vit gleða okkum til at tit í Dali, Húsavík ja allir føroyingar kunnu taka hesa nýggju, tíðarhóskandi farleið í brúk.