20.08.2018 · Fíggjarmálaráðið

Semja millum Felag Tænastumanna Landsins og Fíggjarmálaráðið

Semja er í dag undirskrivað millum Felag Tænastumanna Landsins og Fíggjarmálaráðið, vísandi til §31 í tænastumannalógini.

Semjan merkir, at mánaðarlønin hækkar 2,3% tann 1. oktober í 2017 og 2,5% tann 1. oktober í 2018.

Ein nýggj avtala er gjørd fyri tænastuferðir. Talan er um eina dagføring av fleiri viðurskiftum, sum vóru ótíðarhóskandi í gomlu avtaluni. Av tí, at aðrir sáttmálar vísa til hesa avtalu við tænastumannafelagið, so verður henda at galda fyri allan almenna arbeiðsmarknaðin.

Í arbeiðstíðaravtaluni fyri tollarar og vaktgangandi á MRCC-støðini eru broytingar gjørdar um vikuskiftisarbeiði og tilkallivaktir.

Fíggjarmálaráðið, tann 20. august 2018.