15.05.2023 · Fíggjarmálaráðið

Semja millum Felagið Maskinmeistaralærarar og Fakfelag Sjómansskúlalærara ørðumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin

Semja millum Felagið Maskinmeistaralærarar og Fakfelag Sjómansskúlalærara ørðumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin

Semja við lærarar á Vinnuháskúlanum

Fíggjarmálaráðið og feløgini hjá lærarum á Vinnuháskúlanum hava í dag undirskrivað semju um ein 3 ára sáttmála.

Semjan millum Felagið Maskinmeistaralærarar og Fakfelag Sjómansskúlalærara øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin er galdandi frá 1. oktober 2021 til 1. oktober 2024.

Semjan hevur við sær, at lønirnar hækka soleiðis:

  • Tann 1. januar 2022 hækkar lønin 1,25 %.
  • Tann 1. oktober 2022 hækkar lønin 3,80 %.
  • Tann 1. oktober 2023 hækkar lønin 4,04 %.

 

Sáttmálin millum partarnar er annars longdur uttan aðrar broytingar.

 

Semjan sæst her.