09.12.2020 · Fíggjarmálaráðið

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt ein tríára sáttmála við Akademikarafelag Føroya. Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022.

Sáttmálin heldur seg til sama karm sum undanfarnu tríára sáttmálarnir hetta sáttmálaskeiðið.

Mánaðarlønirnar hækka tann 1. oktober í 2019 við 2,56%, tann 1. januar 2021 við 2,05% og tann 1. oktober 2021 við 1,20%.

Semjan inniber, at bachelorstigin verður broyttur soleiðis at endalønin er lægri. Samstundis eru ásetingar um serfrøðingaviðbøtur og uppgávutengdar, tíðaravmarkaðar viðbøtur komnar inn í sáttmálan.

Í semjuni eru nýggjar ásetingar um arbeiði á fremmandum arbeiðsstaði, og ein mannagongd fyri meting av innihaldi og støði av útlendskum útbúgvingum.

Semjan kann lesast her.