![Semja millum Fíggjarmálaráðið og Bioanalytikarafelagið](https://landsstyri.cdn.fo/savn/11848/semja-bio.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=D9EaS9Hr_mlG3eXyXglfJG6pf40)
Fíggjarmálaráðið hevur í dag undirskrivað semju við Bioanalytikarafelagið.Talan er um ein 3 ára sáttmála, galdandi frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2020.
Tann 1. okt. 2017 hækkar mánaðarlønin 0,90%, tann 1. okt. 2018 hækkar mánaðarlønin 0,50% og tann 1.okt. 2019 hækkar mánaðarlønin 0,3%.
Harafturat eru broytingar í skalagongdini, ið gera, at endalønin hjá bioanalytikarum hækkar øll 3 árini.
Broytingar eru eisini gjørdar í sáttmálanum. Eitt nú eru ásetingar um barnferð broyttar og betraðar eins og í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta skeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálanum altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.
Fíggjarmálaráðið