27.01.2021 · Fíggjarmálaráðið

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt ein tríára sáttmála við Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022.

Sáttmálin heldur seg til sama karm sum undanfarnu tríára sáttmálarnir hetta sáttmálaskeiðið.

Mánaðarlønirnar hækka tann 1. oktober í 2019 við 2,56%, tann 1. januar 2021 við 2,05% og tann 1. oktober 2021 við 1,25%.

Í semjuni eru nýggjar ásetingar um arbeiði á fremmandum arbeiðsstaði og ferðing í hesum sambandi.

Semjan kann lesast her.