25.08.2020 · Fíggjarmálaráðið

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt ein tríára sáttmála við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna. Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022.

Semjan inniber, at 1. oktober 2019 hækka lønirnar á stigunum 1-27 við 795 kr. og lønirnar á stigunum 28-40 hækka við 595 kr.

Tann 1. januar 2021 hækka lønirnar 2,05%, og tann 1. oktober 2021 hækka lønirnar 1,25%.

Semjan kann lesast her.