Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt tríára sáttmála við Føroya Lærarafelag. Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022.
Semjan inniber, at lønirnar hækka 2,56% tann 1. oktober 2019. Tann 1. januar 2021 hækka lønirnar 2,05%, og tann 1. oktober 2021 hækka lønirnar 1,25%.
Lønarhækkingin tey bæði seinni árini er á sama støði sum á privata arbeiðsmarknaðinum.
Fíggjarmálaráðið 24. juni 2020