03.02.2021 · Fíggjarmálaráðið

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt ein tríára sáttmála við Heilsurøktarafelagið. Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022

Sáttmálin heldur seg til sama karm sum undanfarnu tríára sáttmálarnir hetta sáttmálaskeiðið.

Mánaðarlønirnar hækka tann 1. oktober í 2019 við 2,56%, tann 1. januar 2021 við 2,05% og tann 1. oktober 2021 við 1,25%.

Í semjuni eru nakrar nýggjar flokkingar og ein nýggj áseting um eina psykiatriviðbót, sum nú er galdandi fyri Heilsurøktarar, sum starvast í føstum starvi á psykiatriskari seingjardeild.