06.10.2016 · Fíggjarmálaráðið

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið


Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdu tann 5. oktober 2016 eina 2 ára semju við Heilsurøktarafelagið. Semja er um, at sáttmálin verður endurnýggjaður fyri sáttmálaskeiðið frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017.
Tann 1. oktober 2015 hækkar mánaðarlønin 2,25% og tann 1. oktober 2016 hækkar lønin 1,9%. Hetta er innanfyri sama karm, sum hevur verið galdandi í samráðingunum við hini feløgini.
Partarnir hava eisini gjørt avtalu um fráboðanarform og fráboðanarfreist í sambandi við arbeiðssteðg, eins og ymsar dagføringar eru gjørdar í sáttmálanum. Semjan kann heintast her.