08.02.2019 · Fíggjarmálaráðið

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Musikklærarafelag Føroya

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Musikklærarafelag Føroya

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt sáttmála við Musikklærarafelag Føroya fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2017 til 1. oktober 2020.

Semjan byggir á ein karm, ið er um leið 7,4%. Tann 1. oktober 2017 og 1. oktober 2018 hækka lønirnar við ávikavist 0,6% og 2%. Tann 1. oktober 2019 verður byrjanarlønin hækkað og kandidatar koma at ganga eitt stig meira enn bachelorar.

Somu ásetingar um barnferð, sum eru avtalaðar við onnur feløg, eru nú eisini galdandi fyri musikkskúlalærarar. Harumframt eru ávísar tillagingar gjørdar í álitisfólkaavtaluni.

Fíggjarmálaráðið 8. februar 2019