18.12.2018 · Fíggjarmálaráðið

Semja millum øðrumegin Fíggjarmálaráðið og hinumegin Fysioterapeutfelag Føroya og Ergoterapeutfelagið

Semja millum øðrumegin Fíggjarmálaráðið og hinumegin Fysioterapeutfelag Føroya og Ergoterapeutfelagið

Semja varð í gjár undirskrivað millum øðrumegin Fíggjarmálaráðið og hinumegin Fysioterapeutfelag Føroya og Ergoterapeutfelagið.

Talan er um ein 3 ára sáttmála, galdandi frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2020.

Tann 1. okt. 2017 hækkar mánaðarlønin 0,2%, tann 1. okt. 2018 hækkar mánaðarlønin 1,5% og tann 1.okt. 2019 hækkar mánaðarlønin 1,3%.

Harafturat eru broytingar í skalagongdini, ið gera, at endalønin hjá ergoterapeutum og fysioterapeutum hækkar øll 3 árini.

Ásetingarnar um barnferð eru broyttar og betraðar eins og í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta skeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálanum altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.

Fíggjarmálaráðið