13.01.2022 · Fíggjarmálaráðið
Semja millum Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið
![Semja millum Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið](https://landsstyri.cdn.fo/savn/16128/semja-2022-starvsfelagið.jpg?width=1024&height=576&rxy=0.61,0.39365079365079364&rmode=crop&s=uUvP584ud3skRpzpeP85KJERido)
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið hava í dag undirskrivað semju við Starvsfelagið, um ein 3 ára sáttmála, galdandi frá 1. oktober 2021 til 1. oktober 2024.
Semjan inniber, at lønirnar hækka soleiðis:
- Tann 1. januar 2022 hækka lønirnar við 1,25 %.
- Tann 1. oktober 2022 hækka lønirnar á lønarstigunum 1-20 við 740 krónum og á lønarstigunum 20-50 við 540 krónum.
- Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar við 2,75 %.
Hetta svarar til ein samlaðan lønarkarm á 6,2 % yvir 3 ára skeiðið.
Umframt lønarbroytingarnar eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum millum ávikavist Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið og Starvsfelagið.
Semjan sæst her.