24.11.2023 · Fíggjarmálaráðið

Semja undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið

Semja undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið

Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.

Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á ein samlaðan lønarvøkstur á 12,75 %.

Ymiskar nágreiningar og ábøtur eru somuleiðis gjørdar í sáttmálanum, eins og partarnir hava avtalað at arbeiða saman um nøkur viðurskifti í sáttmálaskeiðinum.

Hettar er sami karmur sum semjan við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Semjan sæst her.