02.11.2018 · Fíggjarmálaráðið

Semja við Havnar Arbeiðskvinnufelag

Semja við Havnar Arbeiðskvinnufelag

Semja er nú undirskrivað millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.

Semjan merkir, at mánaðarlønin hækkar 2,49% tann 1. oktober í 2017 og 2,18% tann 1. oktober í 2018. Gjøldini fyri ólagaliga arbeiðstíð og onnur gjøld og viðbøtur hækka ikki í sáttmálaskeiðnum.

Ásetingarnar um barnferð eru broyttar og betraðar eins og í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta skeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálanum altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.

Frá 1. november í ár at rokna eru treytirnar í § 6 fyri at fáa eftirlønargjald (minst 3 mánaðir og minst 15 tímar) falnar burtur og eftirlønargjaldið hækkar upp í 15%.

Fíggjarmálaráðið 2. november 2018.

Leinki: Semja