21.09.2018 · Fíggjarmálaráðið

Skattafrítt at langtíðarútleiga bústaðir

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur í dag sent eitt uppskot í almenna hoyring, ið hevur við sær, at tað í flestu førum verður skattafrítt at langtíðarútleiga bústaðir.

Í uppskotinum verður mælt til, at leiguinntøka verður skattafrí í teimum førum, tá leigað verður út til bústað í longri tíðarskeið. Tó við einum hámarki á 150.000 kr. árliga. Endamálið er at økja um útboðið av bústøðum til langtíðarútleigan.

Uppskotið er eitt av fleiri átøkum í einum ”bústaðarpakka”, ið landsstýrið ætlar at leggja fram í næstum, og er sostatt ein liður í ætlanunum hjá landsstýrinum at fáa til vega fleiri bústaðir, og soleiðis minka um trotið av bústøðum, ið serliga stóri fólkavøksturin seinastu árini hevur havt við sær.

Leinkja til uppskotið