31.05.2016 · Fíggjarmálaráðið

Skattanevndin fer nú til verka

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur sett eina skattanevnd at endurskoða skatta- og avgjaldsskipanina. Nevndin er mannað við serfrøðingum og skal koma við tilmælum um nýskipanir á skatta- og avgjaldsøkinum.

Í hesum sambandi verður tíðindafundur í Fíggjarmálaráðnum hósdagin 2. juni kl. 10.

Á tíðindafundinum verður greitt frá arbeiðssetningi, tíðarætlan, eins og nøvnini á nevndarlimunum verða almannakunngjørd.