05.12.2017 · Fíggjarmálaráðið

Skattanevndin klár við sínari óheftu fakligu frágreiðing

Skattanevndin klár við sínari óheftu fakligu frágreiðing

Skattanevndin leggur í dag sína óheftu fakligu frágreiðing fram. Framløgan verður klokkan 11 í Smæruni í Havn. Tá ið tilmælini frá óheftu faknevndini eru løgd fram, verður farið undir eina politiska viðgerð har avgjørt verður, hvørji tilmæli politisk undirtøka er fyri, at arbeiða víðari við at seta í verk.

Eitt aðalmál hjá samgonguni er at fremja ein skattapolitikk, ið býtir virðini javnari í samfelagnum, ið styrkir kappingarførið um fólkið, hjá vinnu og landi, betrar fíggjarliga haldførið, og sum eggjar til at umhvørvis- og orkuvinarligar loysnir verða valdar. Fleiri skattapolitisk átøk eru longu sett í verk fyri at røkka hesum máli. Men hartil er eisini eitt aðalmál hjá samgonguni at endurskoða alla skatta- og avgjaldsskipanina sum heild. Tí setti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum,  fyri umleið hálvum øðrum ári síðani eina óhefta fakliga serfrøðinganevnd at viðgera føroysku skattaskipanina. Síðani nevndin fekk arbeiðsetningin, hevur hon arbeitt óheft av politisku skipanini.

Skattanevndin skuldi greina og viðgera føroysku skatta- og avgjaldsskipanina. Nevndin hevur sjálv lagt sítt arbeiði til rættis.

  • Nevndini skuldi gera tilmæli til umleggingar í skattaskipanini, ið kunnu styrkja kappingarførið hjá Føroyum. Her verður ítøkiliga hugsað um:
  • um fólkið, so fleiri velja at búseta seg her,
  • um arbeiðsmegina, so fleiri velja at arbeiða her,
  • um fyritøkurnar, so fleiri fyritøkur velja at virka og gera íløgur her.
  • Nevndin skuldi viðgera og greina undantøk, frádráttir og serskipanir, sum í dag eru í skattaskipanini, og gera broytingaruppskot, ið tryggja, at skattur í størri mun verður rindaður eftir førimuni, og í minni mun eftir slag av inntøku ella hvaðani inntøkan stavar
  • Nevndin skuldi kanna, hvørjar avbjóðingar vaksandi flytføri hjá kapitali, arbeiðsmegi og nýtslu hevur fyri almennu inntøkurnar, og koma við tilmælum til, hvørjar umleggingar kunnu gerast fyri at tryggja almennu inntøkurnar frameftir.
  • Nevndin skuldi viðgera og greina, hvussu skattaskipanin hjá landi og kommunum, umframt fíggjarlig afturbering millum land og kommunur kann skipast best møguligt fyri at tryggja fíggjarliga haldførið og búskaparstýring framyvir.
  • Nevndin skuldi koma við tilmælum til, hvussu avgjaldsskipanin kann skunda undir verandi gongd ímóti einum grønari Føroyum, har orkuframleiðslan í vaksandi mun kemur frá varandi orkukeldum og í minni mun frá lívrunnum brennievni.
  • Nevndin skuldi viðgera og greina samlaðu ávirkanina frá skatti og mótrokning fyri tey, ið fáa inntøkutreytaðar almannaveitingar. Nevndin skuld koma við tilmælum til broytingar, ið hava við sær, at almannaveitingarnar ikki taka burtur fíggjarliga fyrimunin hjá hesum bólkum at arbeiða.
  • Eisini skuldi nevndin koma við tilmælum til, hvussu skatta- og avgjaldsskipanin kann umskipast soleiðis, at hon verður meira gjøgnumskygd og einføld fyri skattgjaldaran.
  • Tilmælini mugu samanlagt ikki økja um inntøkuójavnan í Føroyum, heldur tvørturímóti.
  • Tilmælini skulu samanlagt verða fult fíggjað.
  • Tilmælini skulu verða so ítøkilig, at tey eru búgvin til politiska viðgerð. Har tað verður mett neyðugt, skal nevndin koma við uppskoti til skiftisskipan í sambandi við íverksetan av tilmælinum.

Nevndin hevur verið mannað við serfrøðingum.  Hesi hava verið:

Kári Petersen, cand.polit og MBA, formaður

Hevur starvast sum deildarstjóri á búskapardeild landsstýrisins.  Síðani hevur Kári arbeitt í Landsbanka Føroya og Fígging Landsins.

Herit Albinus, MSc Econometrics and Mathematical Economics, Námslektari

Er námslektari á Fróðskaparsetrinum. Hevur verið limur í Búskaparráðnum.

Jóannes Jacobsen, cand. oecon , Ph.d. og adjunktur í búskaparfrøði

Er adjunktur á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur starvast á CEBR á handilsháskúlanum CBS, sum er ein granskingardepil viðvíkjandi málum um búskaparvøkstur, nýmenning og produktivitet.

Erika Anne Hayfield, Ph.d. og lektari í samfelagsvísund

Er lektari á Fróðskaparsetrinum. Hon hevur áður starvast sum ráðgevi í Vinnumálaráðnum, og hevur royndir við arbeiði innan vinnulív og innan undirvísing, í Skotlandi og í Føroyum.

Sigurd Poulsen, cand.polit

Fyrrverandi Landsbanka- og Hagstovustjóri.

Mirjam Haraldsen, cand.merc. aud, statsaut. Grannskoðari

Hevur arbeitt sum grannskoðari tey seinastu mongu árini.  Hon tók seg úr nevndini í summar vegna ov nógvar átroðkandi arbeiðsuppgávur í dagliga arbeiði sínum.  Hon hevur ikki verið við at orða tilmælini.

Petur Alberg Lamhauge, cand.merc.aud

Fyrrverandi aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum.  Hevur áður starvast sum stjóri fyri skattafyrisitingina.