15.02.2021 · Fíggjarmálaráðið

Sleppa undan at søkja um svenskt koyrikort

Sleppa undan at søkja um svenskt koyrikort

Føroyingar í Svøríki sleppa nú undan at søkja um svenskt koyrikort og kunnu halda fram at brúka føroyska koyrikortið.

Svenska stjórnin hevur gjørt undantak í koyrikortlógini, soleiðis at føroyingar ikki longur noyðast at skifta til svenskt koyrikort fyri at kunna halda fram at koyra í Svøríki.

Higartil hava føroyingar brúkt føroyska koyrikortið tað fyrsta árið, teir vóru búsitandi í Svøríki, men noyddust síðani at søkja um svenskt koyrikort, tá teir høvdu búð í Svøríki í meira enn eitt ár.

Hetta kravið fór úr gildi 1. januar 2021. Føroyingar, sum búgva, arbeiða ella lesa í Svøríki, sleppa nú at halda fram at brúka føroyska koyrikortið á svensku vegunum.

Føroyar hava í nógv ár trýst á sviar um at sleppa kravinum um, at føroyingar skulu útvega sær svenskt koyrikort, og nú hevur svenska stjórnin so avgjørt at strika kravið.

Landsstýrismaðurin fegnast um, at føroyska koyrikortið loksins verður javnsett við tað svenska koyrikortið, og á henda hátt ger tað lættari hjá føroyingum at koyra bil í Svøríki.