07.07.2022 · Fíggjarmálaráðið

Stýrið fyri Íleggingargrunnin afturvalt

Stýrið fyri Íleggingargrunnin afturvalt

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur afturvalt:

Palla Ziskason, formann

Anfinn Kallsberg

Guðrið Højgaard

Oyvind Brimnes

Brynhild Høgnadóttir

í stýrið fyri Íleggingargrunnin frá 1. juli 2022 og 4 ár fram.

Íleggingargrunnurin fyri Føroyar er settur á stovn við Fólkatingslóg nr. 28 frá 29. januar 1964, sum seinast er broytt við lóg nr. 512 frá 27. mai 2013 om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. Virksemið hjá Íleggingargrunninum er ásett í kunngerð nr. 119 frá 23. oktober 1996. Grunnurin verður ofta nevndur 60-milliónagrunnurin, tí upprunastovnsfæið var 60 mió.kr.

Endamálið hjá grunninum er at veita figging til íløgur, serliga í sambandi við undirstøðukervið og líknandi, ið vera mettar neyðugar ella ynskiligar til menning av føroyskum vinnulívi, og har onnur figging ikki kann útvegast á nøktandi hátt. Grunnurin kann í ávísan mun eisini veita fígging til privatar vinnufyritøkur og felagsskapir við almannagagnligum endamáli. Harumframt kann grunnurin veita lán til stovnar ella aðrar grunnar, sum veita lán ella annan stuðul til privatar, almennar ella hálvalmennar vinnufyritøkur og fíggjarstovnar.

Grunnurin hevði eitt avlop á 17,3 mió.kr. í 2021.

Ognirnar eru tilsamans: 689 mió. Kr.

Harav:

Útlánini eru: 199 mió.kr.

Virðisbrøv og tøkur peningur er: 484 mió.kr.

Onnur áogn er: 6 mió.kr.

Grunnurin hevur givið tilsøgn um lán á samlað 50 mió.kr.