08.03.2020 · Fíggjarmálaráðið

Talgildar tænastur, sum gera gerandisdagin lættari

Føroyar styrkja samstarvið við Norðurlond og Baltalond um talgildar tænastur. Hetta gevur vøkstur og lættari gerandisdag fyri borgarar og fyritøkur.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, var í gjár á norðurlendskum ráðharrafundi í Keypmannahavn. Talan er um ráðharraráðið MR-Digital, ið skal styrkja samstarvið innan talgilding millum Norður- og Baltalond.

Á fundinum umrøddu ráðharrarnir, hvussu samstarvið millum londini um talgildar tænastur skal styrkjast, serliga innan skatta-, undirvísingar-, apoteks- og bankaøkið.

Talgilda menningin gongur skjótt, og lond, sum ikki fylgja við, kunnu gerast eftirbátar. Við at samstarva innan talgilding kunnu Føroyar saman við hinum londunum tryggja vøkstur og enn betri vælferð fyri borgaran.

MR-Digital varð stovnað í 2017 sum eitt fyribils ráð, ið skuldi virka fyri einum samhangandi og sameindum talgildum øki. Á fundinum í gjár vórðu lunnar lagdir undir arbeiðið at gera MR-Digital til eitt varandi ráð. Hetta tryggjar, at talgildingin verður høgt raðfest.

-Ongin ivi er um, at talgilding gevur nýggjar møguleikar, men tað skal ein skipað stýring til. Vit mugu tryggja, at allir borgarar fáa bestu ágóðarnar av talgildingini. Við verkætlanini Talgildu Føroyar arbeiðir landsstýrið við at menna eitt undirstøðukervi, sum fer at gera tað trygt og lætt hjá borgaranum at avgreiða síni viðurskifti talgilt bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Á ráðharrafundinum í gjár luttók eisini Margrethe Vestager, ES-kommisserur, sum stendur á odda fyri talgildingini í ES. Margrethe Vestager greiddi frá talgildu strategiini fyri Evropa. Eitt av átøkunum hjá ES er lógaruppskot, sum skal tryggja, at hond verður tikin um menniskjaligu og etisku avleiðingarnar av talgilding.

Danmark hevur í ár formansskapin í Norðurlandaráðnum, og í hesum sambandi verða fleiri norðurlandafundir hildnir í Føroyum. Í august hittast embætisfólk frá limalondunum í Føroyum at viðgera norðurlendska talgilding.