19.06.2019 · Fíggjarmálaráðið

Talgildu Føroyar eru komnar væl áleiðis

Talgildu Føroyar eru komnar væl áleiðis

Fyrrapartin í gjár var Smæran karmur um eitt kunningartiltak, ið Talgildu Føroyar skipaði fyri.

Endamálið við kunningartiltakinum var at kunna samstarvsfelagar og størri geodátabrúkarum um, hvussu langt ávegis verkætlanin Talgildu Føroyar er komin, tí 2019 er eitt spennandi ár hjá Talgildu Føroyum har arbeitt verður á fleiri mótum. Eisini er komið á mál við fleiri varðum í verkætlanini. Seinni í ár verður eitt alment tiltak, tá talgildi samleikin fer av bakkastokki. Greitt varð frá Talgilda samleikanum og Tænastuportalinum. Innlit fekst eisini í gongdina í verkætlanini, har m.a. skjalasøvnini hjá Tinglýsingini og Matrikul, ið er vorðin talgildað, vóru víst alment fram og nýggja heimasíðan foroyakort.fo, við føroyskum lendisdátum varð avdúkað. Talan er um ein geodátaportal, har øll almenn geodáta á landi, í firðum og sundum, nú er tøk og ókeypis fyri øll. Hetta eru stór framstig fyri alt tað føroyska samfelagið, og fyri mongu fólkini og fyritøkurnar, ið javnan nýta hesar dátur.

Nýggi portalurin er eitt úrslit av samstarvi millum Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovuna, ið umsitur føroysku grundardáturnar og fyri stuttum yvirtók kortmyndugleikan úr Danmark heim til Føroyar.

Nýggja heimasíðan kann síggjast her: foroyakort.fo

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum eisini varar av talgilding, greiddi á tiltakinum eisini frá, hví landsstýrið hevur valt at raðfesta Talgildu Føroyar ovarlaga seinastu árini. Hon greiddi eisini frá virðisgrundarlagnum undir Talgildu Føroyum, og hvussu henda verkætlan fer at lætta um gerandisdagin hjá føroyingum, og geva vinnuni og tí almenna møguleika fyri nýggjum og betri tænastum. Landsstýriskvinnan boðaði eisini frá, at farið nú verður undir at orða eina strategi fyri Talgildu Føroyar 2.0, og mál fyri 2020-2025. Hon vísti á, at næsta stigið fór at fevna nógv víðari og um nógv meira, enn hetta fyrsta stigið, ið hevur snúði seg um sjálvt talgilda undirstøðukervið. Tá hetta verður sett endaliga í verk í 2020, er klárt at taka næstu fetini. Talgildu Føroyar 2.0 skal hava greið mál og eina miðvísa strategi fyri, hvussu vit – við atliti til fjórðu ídnaðarkollveltingina og støðugt meira talgilding – fáa sum mest og best gagn av nýggja talgilda veruleikanum – í okkara útbúgvingarskipan, vinnulívi, arbeiðsmarknaði, grøna orkuskifti, almennum tænastum v.m. Landsstýriskvinnan greiddi frá, at tey fara at miðja eftir at fáa nógv og ymisk fólk við í arbeiðið, at orða hesa týðandi strategi fyri land, vinnu og fólk.

Les meira um Talgildu Føroyar á heimasíðuni talgildu.fo