07.12.2017 · Fíggjarmálaráðið

Tilfeingisinntøkur í Búskapargrunn Føroya

Tilfeingisinntøkur í Búskapargrunn Føroya

Nú skal Búskapargrunnur Føroya gerast eitt virkið búskaparamboð, ið skal tryggja ein meira sjálvbjargnan, støðufastan og haldføran búskap. Umframt part av avlopi landsins, skulu landsins tilfeingisinntøkur og minsta gjaldføri landskassans í Búskapargrunnin framyvir. 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna hevur í dag sent lógaruppskot til hoyringar, sum broytir lóg um Búskapargrunn Føroya.

Landsstýrið og samgongan hava sett sær fyri at gera Búskapargrunn Føroya til eitt virkið búskaparamboð at røkka einum haldførum og sjálvbjargnum búskapi, ið skal styrkja samhalds­festið millum ættarlið.

Broytingar í løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya er í dag sent til hoyringar. Í fjør samtykti Løgtingið, at partur av avlopi landskassans verður flutt í Búskapargrunn Føroya á hvørjum ári. Ítøkiliga er talan um 20% av avlopi upp til 200 mió. kr., og 50% av avlopinum omanfyri 200 mió. kr. Í uppskotinum, sum nú er sent í hoyring, verður næsta stigið framt, og er uppskot til broyting av endamáli, inngjaldi og útgjaldi í lóg um Búskapargrunn Føroya sent til hoyringar.

Búskapargrunnurin javna inntøkur landsins

Búskapargrunnur Føroya kemur framyvir at virka sum eitt filtur á inntøkusíðu landsins. Hetta verður framt við, at inntøkur, ið kunnu sveiggja nógv einstøk ár – landsins partur av tilfeingisinntøkum frá fiskivinnu, alivinnu, kolvetnisvirksemi og eingangsinntøkur frá einskiljingum - verða beindar ígjøgnum Búskapargrunn Føroya, og har partur av inntøkunum verða javnaðar yvir ár, áðrenn tær verða goldnar inn á árligu løgtingsfíggjarlógina.

Minstagjaldførið í Búskapargrunnin

Lógarkravda minsta gjaldføri landskassans á 15% av BTÚ verður eisini framyvir flutt í Búskapargrunn Føroya. Minsta gjaldførið, ið altíð skal vera tøkt hjá landinum, er í løtuni um 2,5 mia. kr. Á henda hátt verður gjaldføri landsins og fæið í Búskapargrunni Føroya umsitið undir einum. Treytirnar fyri minstagjaldførið verða tó framhaldandi óbroyttar og samsvarandi ásetingunum í §11 í lóg um Landsbanka Føroya og Føroya Váðaráð.

Styrkja fíggjarliga støðufestið og haldførið

Landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum ætlar við hesum lógaruppskoti at tryggja, at Føroyar sum frálíður fær ein meira sjálvberandi, meira støðugan og ein meira langtíðarhaldføran føroyskan búskap. Hetta tí sveiggjandi inntøkur í størri mun fara at verða javnaðar yvir tíð, partur av avlopi landsins verður uppspart, og tí uppsparingin í Búskapargrunni Føroya harvið fer at økjast yvir tíð. Hetta vil eisini kunna styrkja altjóða rating Føroya, ið aftur kann fáa jaliga ávirkan á rentustøðið og kappingarførið hjá Føroyum og føroyingum.

Lógaruppskotið, ið er sent til hoyringar, kann lesast: her

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Fíggjarmálaráðið.

Brot úr samgonguskjalinum hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn: “Búskapargrunnurin verður fingin at virka sum barlast til tess at tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap, ið styrkir samhaldsfesti millum ættarlið. Í Búskapargrunnin verða settar eingangsinntøkur, serinntøkur og ein partur av inntøkuvøkstrin­um hjá landskassanum, tá ið hallið er vent til avlop. Hetta kann eisini seinni nýtast til at niður­laða ríkisveitingina.”