13.12.2018 · Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar Kommuna skrivað undir samstarvsavtalu um Talgildu Føroyar

Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar Kommuna skrivað undir samstarvsavtalu um Talgildu Føroyar

Í Býráðshúsinum í Havn fyrrapartin skrivaðu Annika Olsen, borgarstjóri, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, undir avtalu um Talgildu Føroyar. Hetta er liður í, at land, kommunur og vinnan saman samstarva um menningina og fíggingina av Talgildu Føroyum.

Komandi trý árini hevur Tórshavnar Kommuna játtað at vera við í fígging av verkætlanini við til samans 10,6 milliónum krónum. Samlaða upphæddin fyri Talgildu Føroyar er 150 milliónir krónur yvir 5 ár, árini 2015-2020. Av hesum rindar landið 90 mió. kr.

Umframt Tórshavnar Kommunu er tað landsstýrið og ein røð av fyritøkum og feløgum, ið eru við at fíggja Talgildu Føroyar, eitt sokallað alment privat samstarv. Hetta slagi av fígging er sermerkt og prógvar tørvin á felags skipaðum loysnum fyri alt samfelagið. Samstarvsavtalur eru undirskrivaðar hesum viðvíkjandi.

Talgildu Føroyar samskifta eisini við aðrar kommunur í landinum um samstarv. Fleiri teirra hava játtað at luttikið í samstarvinum um Talgildu Føroyum, og flest allar hava stóran áhuga í verkætlanini og komandi loysnunum. Í næstum verða væntandi fleiri samstarvsavtalur undirskrivaðar við kommunur kring landið um Talgildu Føroyar.

Tá ið avtalan var undirskrivað segði Kristina Háfoss, landstýriskvinna

”Við hesi avtalu røkka vit enn einum varða í verkætlanini Talgildu Føroyum. Tí Talgildu Føroyar verða skaptar til frama fyri allar fyri borgarar og fyritøkur í øllum Føroyum. Tí er avgerandi at kommunur, land og vinna taka saman hendur um hesa týðandi verkætlan. Fegin um, at Tórshavnar Kommuna – eins og fleiri aðrar kommunur kring landið – ynskja at luttaka virkið í Talgildu Føroyum. Komandi ár verður føroyski talgildi samleikin veruleiki, og fáa allir føroyingar og fyritøkur, ið ynskja hetta, hvør sín egna talgilda samleika. Hesin fer at kunna nýtast til eina røð av bæði almennum og privatum tænastum. Hetta vil lata nýggjar dyr upp til betri og fleiri tænastur, fer at lætta um dagligdagin, og vil hartil flyta Føroyar framá móti einum meira framkomnum samfelag, tá umræður talgilding.”

Fíggjarmálaráðið fegnast um felags talgildu kósina, ið er sett fyri land, kommunur, vinnu og ikki minst allar føroyingar. Kommunurnar veita nógvar tænastur til borgarar, og tað er tí umráðandi at talgildingin verður gjørd trygg og skipað.

Um verkætlanina

Talgildu Føroyar er verkætlan, skipað á Gjaldstovuni. Verkætlanin er býtt í fýra súlur. Ein súla, Heldin, er longu sett í verk. Síðani 2016 hava vit í Føroyum havt tryggan dátuflutning millum stovnar á samskiftispallinum Heldin. Hinar súlurnar eru Talgildi Samleikin, Tænastuportalurin og Grundardátur. Menningin av Talgilda Samleikanum og Tænastuportalinum er væl ávegis, og eftir ætlan verða tænasturnar tiknar í nýtslu fyrsta hálvár 2019. Við eini felags tryggari innritan og fleiri talgildum tænastum samlaðum á einum stað, verður tað alsamt lættari og tryggari hjá føroyingum at avgreiða síni viðurskifti talgilt.