Borgararnir skulu kenna seg tryggar undir arbeiðssteðgi. Tí hevur Fíggjarmálaráðið givið 48 limum í Føroya Pedagogfelag loyvi at fara aftur til arbeiðis í morgin
Tað er umráðandi, at fólk kenna seg trygg undir sáttmálaósemjum. Tí hevur Fíggjarmálaráðið játtað áheitanini frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum um at fáa 48 starvsfólk aftrat til arbeiðis í morgin 9. juni, soleiðis at allir næmingar sleppa í skúla.
Arbeiðssteðgurin innan fólkaskúlan, forskúlarnar og skúlan á Trøðni hevði við sær, at nøkur børn við serligum tørvi ikki fingu skúlagongd. Við at játta umbønini um at fáa 48 starvsfólk aftrat til arbeiðis, sleppa hesi í skúla aftur eins og aðrir næmingar í fólkaskúlanum.
Hildu fast við arbeiðssteðgin
Pedagogfelagið lýsti í síðstu viku 24 tíma arbeiðssteðg fyri limir innan fólkaskúlan, forskúlar og frískúlar at byrja mánadagin 7. juni.
Frammanundan hevði Fíggjarmálaráðið mint felagið á, at sum útgangsstøði halda setanarviðurskiftini uppat undir arbeiðssteðgi. Pedagogfelagið kann ikki lýsa arbeiðssteðg fyri nøkur starvsfólk í eitt avmarkað tíðarskeið og einsamalt gera av, at hesi byrja aftur í starvi ein ávísan dag, áðrenn partarnir hava gjørt semju um nýggjan sáttmála.
Pedagogfelagið fekk at vita, at um felagið helt fast við 24 tíma verkfallið, fóru Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið at biðja arbeiðsgevararnar um ikki at taka ímóti starvsfólkunum, tá ið teir 24 tímarnir vóru farnir.
Kortini sendi Pedagogfelagið enn einaferð limir í 24 tíma arbeiðssteðg. Sum aftursvar valdu Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið at lýsa verkbann fyri tey starvsfólk, sum felagið sendi í verkfall. Hetta fyri at halda seg til galdandi reglurnar í kollektiva arbeiðsrættinum.
Tryggleiki umráðandi
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vilja hava skipað og trygg viðurskifti fyri allar borgarar undir arbeiðssteðgi, men higartil hevur Pedagogfelagið ikki viljað samstarva um skipaðar mannagongdir at tryggja borgaran.
Tá ið Uttanríkis- og mentamálaráðið vísti á, at summir næmingar vóru fyri vanbýti í arbeiðssteðginum, metti Fíggjarmálaráðið tað vera rætt at játta umbønini um at fáa fleiri fólk til arbeiðis.
Undir sáttmálatrætuni hevur Pedagogfelagið lagt dent á, at felagið ynskir ikki at raka borgaran ov hart. Vónandi heldur felagið fram við at arbeiða sambært hesari leiðreglu.