05.10.2018 · Fíggjarmálaráðið

Uppskot til ummælis

Uppskot til ummælis

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur í løtuni fimm uppskot til ummælis.

Eitt av uppskotunum, ið er sent til ummælis er Talgildi samleikin, ið er ein av høvuðstættunum í Talgildu Føroyar verkætlanini. Endamálið við verkætlanini er at geva føroyingum ein lættari gerandisdag, at gera vælferðarsamfelagið betri og at styrkja kappingarførið hjá vinnu og landi.

Menningin av Talgilda samleikanum er komin langt áleiðis, og gongur sum ætlað fáa allir føroyingur og allar føroyskar fyritøkur fáa sín egna talgildan samleika í fyrru helvt av komandi ári. Nýggi talgildi samleikin fer m.a. at gera tað skjótari og einfaldari hjá borgarum at avgreiða síni viðurskifti talgilt. Lógaruppskotið skipar karmarnar um Talgilda samleikan.

Ummælisfreist: 31. oktober 2018

Ummælisfreist: 16. oktober 2018

Ummælisfreist: 12. oktober 2018

Ummælisfreist: 12. oktober 2018

Ummælisfreist: 05. oktober 2018

Ummælissvarini skulu sendast til fmr@fmr.fo