Í dag legði Búskaparráðið sína várfrágreiðing fram.
Búskaparráðið hevur endurmett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri árini 2017-2018. Vøksturin í 2017 er eitt vet hægri enn mett og vøksturin í 2018 er nakað væl lægri enn áður mett.
Búskaparráðið metir útlit eru fyri eini minking í vøkstrinum ella møguligari niðurgongd í 2018 vegna minkandi kvotur, hægri oljuprísir, minni væntaða inntøku í alivinnuni og væntaða prísniðurgongd.
BTÚ vøksturin í 2018 í leypandi prísum stavar í høvuðsheitum frá innlendskum eftirspurningi.
Tíðindaskriv frá Búskaparráðnum kann lesast her
Várfrágreiðingin kann heintast her