01.03.2018 · Fíggjarmálaráðið

Várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum løgd fram

Várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum løgd fram

Í dag legði Búskaparráðið sína várfrágreiðing fram.

Búskaparráðið hevur endurmett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri árini 2017-2018. Vøksturin í 2017 er eitt vet hægri enn mett og vøksturin í 2018 er nakað væl lægri enn áður mett.

Búskaparráðið metir útlit eru fyri eini minking í vøkstrinum ella møguligari niðurgongd í 2018 vegna minkandi kvotur, hægri oljuprísir, minni væntaða inntøku í alivinnuni og væntaða prísniðurgongd.

BTÚ vøksturin í 2018 í leypandi prísum stavar í høvuðsheitum frá innlendskum eftirspurningi.

Tíðindaskriv frá Búskaparráðnum kann lesast her

Várfrágreiðingin kann heintast her