02.03.2017 · Fíggjarmálaráðið

Várfrágreiðingin løgd fram

Várfrágreiðingin løgd fram

Í dag legði Búskaparráðið várfrágreiðingina fram. Í stuttum vísti hon, at tað gongur væl í Føroyum búskaparliga. Búskaparligu indikatorarnir seinasta hálvárið benda á ein alsamt týðiligari hákonjunktur, sum er eyðkendur av lágum arbeiðsloysi, høgum arbeiðsvirkni, nettotilflyting, íbúðartroti í miðstaðarøkinum og búskaparvøkstri.

Tað er tó umráðandi, at vit hyggja frameftir og gera neyðug politisk tiltøk, sum kunnu styrkja almenna búskapin”, segði Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum.

Les alla frágreiðingina her.