09.11.2017 · Fíggjarmálaráðið

Video: Pensjónsaldurin gerst meira smidligur

Video: Pensjónsaldurin gerst meira smidligur

Við nýggju pensjónsskipanini verður møguligt bæði at útseta og at framskunda fólkapensjónina. Pensjónsaldurin fer í størri mun at taka útgangsstøði í tørvinum hjá tí einstaka. Ynskir tú at arbeiða longri enn pensjónsaldur, kanst tú útseta pensjónina og afturfyri fáa hægri grundarupphædd og viðbót, tá tú fert á pensjón. Hevur tú hinvegin tørv á at fara av arbeiðsmarknaðinum fyrr, vegna kropsligt ella sálarligt slit, so ber til at fáa framskundaða pensjón upp til 3 ár áðrenn vanliga pensjónsaldurin.

Samsvarandi hækkandi livialdri, hækkar pensjónsaldurin eisini varliga. 1. januar 2025 hækkar hann fyrstu ferð úr 67 ár upp í 67½ ár. Hann hækkar aftur úr 67½ ár upp í 68 ár tann 1. januar 2030. Tá fólkapensjónin varð sett í verk, var miðallivialdurin sum pensjónistur 3-4 ár. Í dag er hesin 18-19 ár, og væntað verður, at vit skjótt í miðal fara at liva minst 22 ár sum pensjónistar. Hetta er gott og gleðiligt, men krevur eisini tillagingar av skipanini, um tryggjast skal øllum eina góða pensjón - eisini í framtíðini.

Soleiðis greiddi Kristina Háfoss frá ætlaðu broytingunum í pensjónsaldrinum á tíðindafundinum í farnu viku.