24.04.2019 · Fíggjarmálaráðið

Yngri Læknar og Fíggjarmálaráðið gjørt semju

Yngri Læknar og Fíggjarmálaráðið gjørt semju

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt semju við Yngri Læknar fyri tíðarskeiðið 2017 til 2020. Lønirnar hækka tann 1. oktober 2017 við 2,3 %, tann 1. oktober 2018 við 2,5 % og tann 1. oktober 2019 við  2,56%.

Semjan hevur nýggjar ásetingar og gjørdar eru broytingar og tillagingar í sáttmálanum. Ásetingarnar um barnferð eru broyttar og betraðar eins í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta sáttmálaskeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálanum altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.