04.11.2018 · Fíggjarmálaráðið

Ynskja at fyribyrgja ”transfer pricing”

Ynskja at fyribyrgja ”transfer pricing”

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið fleiri lógaruppskot, hvørs endamál er at fyribyrgja og styrkja altjóða umdømi Føroya í mun til skattahugsan í samband við ”transfer pricing”.

Mælt verður til at gera broytingar í skattalógini og toll- og skattafyrisitingarlógini, sum skulu fyribyrgja skattahugsan í sambandi við transfer pricing. Transfer pricing er ein av stóru altjóða avbjóðingunum í umsitingini av partafelagsskattinum, tí tað kann hava við sær, at feløg, sum virka í fleiri londum, kunnu flyta yvirskot til tann partin av felagnum, sum hevur heimstað í landi, har lítil og ongin skattur verður rindaður og flyta útreiðslurnar til landið við hægta skattinum.

Ein partur av transfer pricing reglunum, sum eisini skulu innførast í føroysku skattalóggávuna, er “land fyri land frágreiðingin.” Land fyri land frágreiðingin er partur av BEPS (Base Erosion and Profit Shifting) verkætlanini hjá OECD. BEPS verkætlanin er ein roynd at betra um møguleikarnar hjá teimum umfataðu londunum at kunna virka ímóti, at stór samtøk og stór feløg, sum virka í fleiri londum, gjalda ov lágan ella als ongan skatt.

Umframt broytingar í skattalógini og toll- og skattafyrisitingarlógini, verður norðurlendski dupultskattasáttmálin dagførdur, soleiðis at hesin er í samsvari við BEPS minstukrøvini hjá OECD.

Føroyar hava, bæði yvir fyri OECD og ES, bundið seg til at lúka BEPS minstukrøvini.

Eisini eru aðrar lógarbroytingar lagdar fyri Løgtingið, ið skulu betra føroysku skattalóggávu. Eitt nú verður framyvir ikki møguligt at keypa feløg við skattligum halli, bert fyri at brúka hetta skattliga hallið til at sleppa undan at rinda skatt í einum øðrum felagi. Kapitalvinningsskattalóggávan er hartil endurskoðað sum heild í eina tíð, og eru fleiri broytingar, ið hava til endamáls at gera lóggávuna meira skynsama og tíðarhóskandi.

Hartil kann nevnast, at í sambandi við, at Grønland eisini hevur sett í verk pensjónsnýskipan er avgjørt, at føroyingar, ið arbeiða í Grønlandi og fáa løn har og spara upp eftirløn sambært eftirlønarlóg teirra har, sleppa undan at rinda samsvarandi eftirløn, sambært føroysku eftirlønarlógini í Føroyum.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum: ”Tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum tryggja, at tey virðir, ið verða skapt í Føroyum eisini koma føroyska samfelagnum til góðar. Eisini skulu vit gera okkara til, at tey virðir, ið verða skapt í øðrum londum, koma hesum londum til góðar. Vit hava tí endurskoðað fleiri av lógum okkara fyri at tryggja, at so verður. Við hesum lógarbroytingum gerst okkara skattalóggáva betri og skynsamari bæði fyri føroyingar og feløg í Føroyum – eisini fyri samstarvsfelagar okkara úti í heimi”.

Í alt legði Kristina Háfoss 2. november 9 lógaruppskot fyri løgtingið.  Hesu eru (leinkja er til løgtingsmálið)

Løgtingsmál nr. 54/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting (Leingja fyrningarfreistina í málum um transfer pricing)

Løgtingsmál nr. 55/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Tøknilig rætting viðvíkjandi innseting av skjali, umsitingarlig heimild at umsita stigvaksandi skatt og undantak fyri inntøku úr Grønlandi)

Løgtingsmál nr. 60/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

Løgtingsmál nr. 61/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

Løgtingsmál nr. 62/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. (Endurskoðan)

Løgtingsmál nr. 63/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)(Skattafrítt upp til 150.000 kr. at langtíðar útleiga til bústað)

Løgtingsmál nr. 65/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattligt hall, skjalprógv, transfer-pricing, land fyri land frágreiðing o.a.)

Løgtingsmál nr. 67/ 2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) (Reglur um vinningsbýti, samskatting, realkreditlán, skattligt hall, meting av inntøku og sektir o.a.)

Løgtingsmál nr. 76/2018: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996 (Dagføring av sáttmálanum við atliti at BEPS og linking)