Aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika verður sett niður til 13 ár og áseting um gjald fyri geyma verður nágreinað

Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika verður sett niður til 13 ár og áseting um gjald fyri geyma verður nágreinað)
Frágreiðing

Endamálið er at lækka aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika úr 15 ár niður 13 ár umframt at nágreina heimildina fyri at taka gjald fyri geyman. Í staðin fyri at gjald bert kann verða tikið fyri geyman, um ein borgara av ósketni hevur mist hann burtur fleiri ferð inna fyri stutt tíðarskeið, so verður møguligt at taka gjald fyri allar geymar, sum verða útflýggjaðir.

Ummælisfreist
10.11.2021
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Broyting í løgtingslóg
Dagfesting
13.10.2021
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Broytingaruppskot - Talgildi samleikin