Ásetingarlógin

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Hækka barnafrádráttin stigvíst og hækka samfelagsíkastið frá fíggjargeiranum)
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er lutvíst at gera tað lættari hjá barnafamiljum at velja Føroyar til. Hetta verður gjørt við at hækka barnafrádráttin.

Endamálið við uppskotinum er harnæst í størri mun at javnseta fíggjarfyritøkur við aðrar fyritøkur. Fíggjarfyritøkur eru frítiknar fyri avgjaldsskyldu sambært meirvirðisgjaldslógini og rinda í staðin eitt munandi lægri lønhæddaravgjald.

Ummælisfreist
13.11.2026
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Dagfesting
20.10.2026
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
191026 Ásetingarlógin