Broyta lógina um javningarprosenti til almannaveitingar (Pensjónsnýskipan)

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar
Frágreiðing

Uppskotið er partur av pensjónsnýskipanini, sum ætlanin er at seta í verk frá 1. januar 2020.

Hetta er eitt uppskot til eina nýggja lóg, sum skal áseta eitt árligt prosent, sum flest allar almennar veitingar og almennar pensjónir árliga skulu javnast eftir. Hetta uppskotið fevnir sostatt um væl meira enn bara fólkapensjónina.
Uppskotið er, sum sagt, partur av pensjónsnýskipanini og er so statt eitt í eini røð av lógaruppskotum, sum fara at broyta og betra um pensjónsskipanina.

Ummælisfreistin er farin
24.11.2017
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Øki
Pensjónsøkið
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
03.11.2017
Málsviðgjørt
Fíggjarmálaráðið
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.pdf