broytingar í koyrikortkunngerðini

Heiti
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru (Nýggjar ásetingar um talgilt koyrikort og broytingar í ásetingunum um koyrikort til prutl)
Frágreiðing

Talan er um nýggjar ásetingar um nýtslu av talgildum koyrikorti í Føroyum, umframt at broytingar verður gjørdar fyri stórt prutl (45 km/t).

Eftir galdandi reglum kunnu 15 ára gomul taka koyrikort til lítið prutl (30 km/t). Tá tey hava havt hetta koyrikortið í 1 ár, kunnu tey taka koyrikort til stórt prutl hjá einum koyrilærara. Har fáa tey 6 tímar frálæru innan ástøði og koyring.

Við ætlaðu broytingunum skal skifti frá lítla prutlkoyrikortinum og til stóra prutlkoyrikortið gerast lættari, tá viðkomandi framman undan hevur havt koyrikort til lítið prutl í minsta lagi eitt ár. Ætlanin er, at viðkomandi eftir hetta árið sjálvvirkandi fær rætt til at koyra stórt prutl.

Ætlanin er eisini, at tað skal verða møguligt at taka koyrikort til stórt prutl gjøgnum kvøldskúlan, hóast viðkomandi ikki hevur koyrikort til lítið prutl framman undan.

Ummælisfreistin er farin
17.12.2021
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Broyting í kunngerð
Dagfesting
19.11.2021
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Koyrikortkunngerðini