Broytingar í meirvirðisgjaldslógini

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Grønar hitaloysnir, talgilir fjølmiðlar og talgild avgjaldsuppgerð)
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er at gera stigvísu lækkingina av meirvirðisgjaldi við keyp av grønum hitaskipanum meira lagaliga.

Endamálið við uppskotinum er harnæst at javnseta tíðindabløð og talgildar tíðindamiðlar í meirvirðisgjaldshøpi.

Loksins er endamálð við uppskotinum at gera umsitingina av avgjaldsuppgerðini einfaldari og meira tíðarhóskandi við at nágreina, at skrásett virkir talgilt skulu boða TAKS frá støddini á útgangandi og inngangandi avgjaldinum í tíðarskeiðnum og støddina av søluni, sbrt. § 12, stk. 1-4, ið ikki skal roknast við í avgjaldsskyldugu søluna.

Ummælisfreistin er farin
22.11.2023
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Broyting í løgtingslóg
Dagfesting
08.11.2023
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Meirvirðisgjaldslógin (1)