Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttarøkið

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttarøkið)
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er at dagføra galdandi upphædd, soleiðis tað framhaldandi ber til at fáa skikkað fólk at taka lut í hesum sjálvbodna virksemi.

Landsstýrið ásannar samfelagsliga týdningin av tí stóra sjálvbodna arbeiði, sum verður gjørt innan itróttarøkið. Talan er um dómarar, linjuverjar og venjarar innan ítróttin, umframt leiðarar og hjálparar hjá ítróttarfeløgum.

 

Ummælisfreistin er farin
10.02.2020
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Øki
Skattalógin
Slag
Broyting í løgtingslóg
Dagfesting
28.01.2020
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Skattalógini