Eftirlønarlógin

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)
Frágreiðing

Endamálið við lógaruppskotinum er at lætta um umsitingina av eftirlønarlógini fyri borgarar, vinnufyritøkur og TAKS.

Harafturat er eitt endamál at betra um langtíðarhaldførið í føroysku penssjónsskipanini sum heild.

Í uppskotinum til broytingar í eftirlønarlógini eru tilsamans 15 broytingar, sum mælt verður til at gera í eftirlønarlógini:

1. Í § 1, stk. 4 verður skal ikki broytt til kann ikki.

2. Frítøka fyri persónar, sum flyta til Føroya í sambandi við tíðaravmarkað starv, verður strikað. Heimild verður at rinda út aftur samansparing í staðin - § 1, stk. 5 í eftirlønarlógini.

3. Depotkontur - § 1, stk. 8 í eftirlønarlógini.

4. Nágreinað verður í § 2, stk. 8, at talan er um ein triðing av eftirlønargjaldinum eftir skatt.

5. Markið fyri, nær TAKS skal senda eftirlønarkrav av B-inntøkum hækkar til 500 kr.

6. Í § 2 verður sum stk. 11 sett: “Stk. 11. Skuldkomið eftirlønargjald fellur burtur, tá ið eftirlønarsamansparari nær fólkapensjónsaldur sbrt. lóg um almannapensjónir, ella tá ið eftirlønarsamansparari doyr.

7. Fylgibroyting orsakað av broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. § 13 a er sett inn í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk eftirfylgjandi.

8. Rætting í eftirlønarlógini og fylgibroyting av, at heitið á løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar er broytt.

9. Fylgibroyting av, at løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur varð sett í gildi 1. januar 2021, og av at samstundis varð sett úr gildi lov nr. 56 af 15. marts 1967 for Færøerne om offentlig forsorg.

10. Fylgibroyting av, at løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening er sett úr gildi.

11. Heimild til at persónar, sum hava eftirlønarskipan uttanlands, sum tó ikki rinda lógarkravdu upphæddina til ta skipanina, kunnu rinda munin í Føroyum.

12. Útgjald skulu byrja mánaðin eftir, at eftirlønarsamanspararar náa fólkapensjónsaldri sbrt. lóg um almannapensjónir, tó við undantøkunum í stk. 5 og 9.

13. Ásett verður, at upplýsingar um kontonummar og peningastovn, har ið samansparda eftirlønin skal útgjaldast á, skulu vera við í fráboðanini til TAKS um, hvussu og nær samansparda eftirlønin skal útgjaldast.

14. Ásett verður, at eftirlønarsamansparari skal lata eftirlønarveitara upplýsingar um peningastovn og kontonummar, har ið samansparda eftirlønin skal útgjaldast á. Eftirlønarveitari kann flyta útgjaldið á depotkonto, ið ikki fær tilskrivað avkast, um upplýsingarnir ikki eru latnir eftirlønarveitaranum. Eftirlønarveitari kann eisini flyta útgjald á sentrala, løgliga góðkenda, almenna konto hjá eftirlønarsamansparara, sum er tilknýtt Vanganum, tá ið hesar væntandi eru liðugt mentar frá 2028.

15. Heimild at flyta eftirløn ella savna saman eftirløn hjá einum veitara - § 10 stk. 3 í eftirlønarlógini.

Ummælisfreist
03.10.2025
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Øki
Broyting í løgtingslóg
Dagfesting
17.09.2025
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Dagført Uppskot Til Broytingarløgtingslóg (Eftirlønarlógin)